Á ráðstevnu herfyri hitti Finn Danberg, undirstjóri og IR-leiðari í Eik, varastjóran í Nasdaq, Bruce Aust, og greiddi honum frá um Eik og Føroyar. Gott høvi var at hitta IR-fólk á Nordic Investor Relations Conference í Keypmannahavn herfyri.
Talan er um eina árliga ráðstevnu, har IR-fólk í skrásettum fyritøkum hittast at skifta um vitan og at umrøða viðurskifti, ið gera seg galdandi innan IR-økið.
Eik Banki, sum varð skrásettur á virðisbrævamarknaðinum í 11. juli í fjør, var í ár umboðaður á NIRC fyri fyrstu ferð. IR-leiðarin í Eik, Finn Danberg, luttók á stevnuni í Keypmannahavn, og hann greiðir frá, at nógv áhugaverd evni vóru uppi og vendu á ráðstevnuni. M.a. var á dagsskrá, hvussu fyritøkur kunnu sleppa undan mentanarligum forðingum, tá tær arbeiða tvørtur um landamørk, skrivar Eik á heimasíðu síni.










