Amerikumenn kundu hugsa sær at vitja á gongustjørnuni Mars fyri at kanna, um lív nakrantíð hevur verið har. Harafturat droymir NASA um at sleppa til ein av mánunum hjá Jupiter. Um pengarnir verða til tað, skal ein ómannað rannsóknarferð gerast til mánan Europa fyri at kanna, um tað kanska er eitt hav á mánanum.