Rúmdarkanningartól rennur saman við smágongustjørnu

Eitt rúmdarkanningartól, kalla »Dart« hjá amerikonsku rúmdarumsitingini Nasa rakti í nátt okkara tíð málið, smágongustjørnuna Dimorphos.

 

Tað vísir beinleiðis stroyming hjá Nasa.

Samanstoyturin er hápunktið fyri arbeiði í fleiri ár og eina tíggju mánaðir drúgt arbeiði í rúmdini.

Rúmdarkanningartólið rakt smágongustjørnina klokkan 0:16 okkara tíð við eini ferð upp á 22.530 kilometrar um tíman.

Arbeiðið er ein kanning av heimsins fyrstu gongustjørnarverjuskipan.

Sambært Videnskab.dk var rúmdarfarið sent út í november í 2021 og hevur síðani flutt seg ímóti smágongustjørnuni, sum tá samanstoyturin hendi, var 11 milliónir kilometrar frá jørðini.

Endamálið við ferðini er at kanna ta tøkni, sum kann fáa smágongustjørnur at skifta kós.

 

##med2##

/ritzau/