Higartil hava amerikanarar sagt, at eitt petti av bjálvingarkjøldrinum, sum datt av øðrum vonginum undir útskjótingini, gjørdi, at rúmdarferjan "Columbia" sprongdist uppi yvir statinum Texas tann 1. februar í ár, beint áðrenn hon skuldi seta seg í Florida.
Men hetta var ikki øll orsøkin. Í teirri endaligu frágreiðingini, sum nú er liðug, stendur, at vantandi trygdarskipanir og ikki minst vantandi samskifti í rúmdarleiðsluni NASA høvdu eisini skyldina av vanlukkuni. Sagt verður millum annað, at tað var alt ov langt ímillum serfrøðingarnar "á gólvinum" og leiðsluna í NASA. Í frágreiðingini eru ikki færri enn 29 tilmæli um, hvussu NASA skal broyta sínar mannagongdir og teknisku skipanir.
Men tað fer at kosta nógvar pengar at seta broytingarnar í verk, og spurningurin er, um Kongressin er sinnað at játta pengarnar.
"Columbia" fór í smildur, tá hon kom inn í atmosferuna uppi yvir Texas, og øll tey sjey rúmdarfólkini doyðu.