Amerikansku rúmdarmyndugleikarnir fara at brúka eina lítla tyrlu at kanna reyðu gongustjørnuna fyri miniralir og vandar
Amerikansku rúmdarfelagið, Nasa, ætlar fyri fyrstu ferð at senda eina tyrlu til Mars í 2020.
Tað upplýsti felagið í gjár.
Talan verður um eina lítla útgávu av eini tyrlu, sum skal hjálpa við at geva granskarum vitan um reyðu gongustjørnina.
Sonevnda »Mars-tyrlan« vigar 1,8 kilo og er eitt sindur størri enn ein tennisbóltur.
Ætlanin er, at hon skal setast saman við einum robotbili á gongustjørnuni. Tyrlan skal millum annað kanna landslagið á Mars og leita eftir tekinum um lív.
Harumframt skal hon kanna náttúruevni og møguligar vandar fyri menniskju á gongustjørnini.
Tyrlan verður send avstað ímóti Mars í 2020. Roknað verður við, at hon kemur til gongustjørnina í 2021.
– Nasa hevur altíð gingið á odda. Hugskotið við at flúgva við tyrlu á eini aðrari gongustjørnu er spennandi, sigur Nasastjórin, Jim Bricenstine í eini fráboðan.
Fyri at kunna flúgva í tunnu atmosferuni á Mars skal tyrlan vera ógvuliga løtt, meðan hon samstundis skal vera kraftmikil.
– Hæddarmetið hjá eini tyrlu á Jørðini eru um 12,1 kilometur, sigur stjórin á jetmotorrannsóknarstovuni hjá Nasa, Mimi Aung.
– Atmosferan á Mars er bara eitt prosent samanborið við hana hjá Jørðini, so tá okkara tyrla er yvirflatuni á Mars, so svarar tað til, at hon er í 30,5 kilometra hædd, sigur hon.
Rotorurin á tyrluni fer at snara 3000 snúningar í minuttinum. Tað er umleið tíggju ferðir skjótari enn hjá eini vanligari tyrlu.
Tyrlan verður útgjørd við sólpanelum, sum kunnu løða battaríini, eins og hitapanelum, sum kunnu halda hana heita um køldu næturnar á Mars.
/ritzau/AFP