Myndin oman fyri, sum NASA nú hevur almannakunngjørt, er tikin við einum myndatóli á stóru rakettdrivnu dronuni, sum førdi bilin seinasta teinin, áðrenn bilurin varð settur niður á Mars hóskvøldið.
Á myndini sæst bilurin hangandi yvir sandinum - bert lítla løtu, áðrenn hjólini verða sett niður á sandin, sum sæst undir bilinum. Stórur spenningur var um hesa seinastu løtuna í risastóru verkætlanini.
- Fyri fyrstu ferð fara vit at kunna síggja hágóðsku film, har lent verður á einari aðrari planet, sigur Matt Wallace, sum er varaleiðari í verkætlanini hjá Nasa - Jet Propulsation Laboratory.
Hann heldur, at upptøkurnar eru heilt serstakar, tí umframt hágóðskuupptøkur, eru eisini mikrofonir, sum hava tikið upp ljóðini, tá lent verður á Mars.
- Tað verður veruliga ein heilt serstøk sjón, sigur Matt Wallace við útlendskar miðlar.