Sermitsiaq visti seint í gjár at siga, at triði persónurin, sum var í jolluni á ferðini úr Narsaq í Suðurgrønlandi til Qaqortoq seinasta hósdag, nú eisini er funnin deyður.
Tá jollan ikki kom fram hósdagin, vórðu boð stutt eftir middag fríggjadagin send løgregluni, sum fór at leita við bátum, skipum og tyrlum.
Nakrar tímar seinni vórðu tvey fólk - ein maður og ein kvinna - funnin deyð á sjónum, og síðan hevur verið leitað eftir tí triðja.
Seinnapartin í gjár visti vaktleiðarin hjá løgregluni at siga, at nú høvdu tey eisini funnið líkið av tí triðja persóninum. Hesin varð funnin umleið tveir fjórðingar burturi av leiðini, har tey bæði fyrru vórðu funnin.
Avbjóðingar hava verið við veðrinum á leiðini. Sermitsiaq veit at siga, at líksýn hevur verið, og her er staðfest, at øll trý eru druknað. Avvarðandi hava fingið boðini um syrgiligu hendingina.