Haldi hetta er sera nasadjarvt at koma við, nú teir í átta ár hava havt fiskivinnumál um hendi. Havi sjálvur tosað við ein av teirra fiskimálaráðharrunum hesi árini, hann segði, at tað snøgt sagt ikki bar til, tí at man mátti hava allar fiskidagar undir skipanini fyri ikki at undirgrava skipanina.
Ein kann tí spyrja, hví teir koma við hesum. Og svari má verða: Útgjaring, og aftur útgjaring.
Tit skula halda munn um tað, tit kundu havt gjørt tey seinnu árini og ikki gjørdu! Hatta er at halda Føroya fólk fyri rukku, so haldi munn!!
Góðan nátt, Tjóðveldisflokkurin!
Hava tit ikki innsæð tað enn? Meirilutin av Føroya fólki ynskir ikki loysing eftir tykkara leisti! Meirilutin raðfestur eitt gott og liviligt samfelag fyrst, og so hvørt vit hava ráð, skula vit yvirtaka restina, tað er bara so!
Høvdu tit vilja svølgt eitt sindur av tykkara ærukæru undirlutakenslum yvir fyri dønum, vóru tað 80% av fólkum, sum tóku undir við tí. Og kalli so ikki nakran »botn konservativan«, tí tað eru tit so avgjørt sjálvir!
Tað, ið nógv undrast á, er, at tit ikki hava skaffað eina einasta nýggja krónu í landskassan, ongar nýggjar inntøkur eru funnar, bara hóttanir um fleiri avgjøld, tað er fakta!
Og til alla lítlu samgongu: Latið vera við at lova nakað nú, sum tit lættliga kundu havt gjørt, men sum tit ikki gjørdu, meðan tit sótu.