Naomi Campbell keypti troyggju frá Guðruni

KLÆDNASKAPARI. Kenda vakurleikadrotningin stakk inn á gólvið í danska handlinum, ið selur klæðini hjá Guðruni Ludvig, klædnaskapara í Tórshavn. Av øllum, ið har var at fáa, valdi Naomi Campbell sær eina troyggju, ið er formgivin og bundin í Føroyum. Fyri føroyska formgevan er hetta eitt fet rætta vegin

Kósin hjá 31 ára gomlu Guðruni Ludvig, klædnaskapara í Tórshavn, verður hildin. Í farna mánaði fekk ídni formgevin, ið fyrr hevur skapað klæði til so bjartar stjørnur sum René Toft Simonsen (Face of the Eighties), aftur eitt dygt herðaklapp fyri arbeiði sítt. Og hóast hon nú býr og arbeiðir í Føroyum, forðar tað eftir øllum at døma ikki fyri at gera vart við seg á evropeiska mótamarknaðinum.


Guðrun hevur í fleiri ár havt samstarv við kendu donsku mótafrúnna, Sabine Poupinel, ið rekur ein fínan mótahandil á ævintýrkendu gongugøtuni »Strøget« í Keypmannahavn, og har støkka mangar mætar stjørnur inn á gólvið.


Naomi keypti føroyskt

Í fagra summarveðrinum á Flatlondum hendan dagin gingu tvær eins fagrar vakurleikadrotningar á kendu gøtuni. Tær báðar vóru Naomi Campbell og Helena Christensen; kendar av alheims mótapallinum. Meðan fólk flyktust um tær undurvøkru kvinnurnar, stukku tær inn á gólvið hjá Sabine Poupinel. Tá tær løtu seinni søgdu Sabine farvæl, høvdu tær keypt sær hvør sína bundnatroyggju, sum Guðrun Ludvig hevur formgivið í Føroyum. Naomi og Helena vóru á Flatlondum í arbeiðsørindum. Frøkun Campbell hevði verið ein minutt á palli í Keypmannahavn, og fyri tað fekk hon eina millión krónur?


Guðrun Ludvig heldur tað vera heilt stuttligt at uppliva suðið frá evropeiska móta-resinum. Hon tosar við arbeiðsfelaga sín, Sabinu Poupinell, hvørja viku, og eftir at tær báðar hávirdu stjørnurnar høvdu verið og vitjað, ringdi Sabine sum vant til Guðruna.


? Hon segði, hálvgum tilvildarligt, at »annars, so var Naomi inni á gólvinum og keypti eina troyggju frá tær«. Eg helt tað vera »feitt«; eitt herðaklapp, ið gevur dirvi at halda á, sigur føroyski klædnaskaparin.


Ludvig og Poupinel

Guðrun er 31 ára gomul, og ættað úr Vági. Hon er útbúgvin formgevi á skúlanum fyri handverk, handarbeiði og formgeving í Aalborg í 1991. Nýútbúgvin kendi hon kortini á sær ein tørv at vita meira um klædnaformgeving, og fór tískil til Keypmannahavnar. Har fekk hon pláss á virda norska listaskúlanum, Larsson & Larsson. Á skúlanum varð stórur dentur lagdur á tekning, serliga sonevnda »kruki-tekning«, ið hevur til endamáls at vísa ymsar kropsstøður. Eisini varð arbeitt við grafikki og oljumáling. Samstundis gekk Guðrun á kvøldskúla í klassiskari modell-tekning.


Í 1995 bað Sabine Poupinel Guðruna koma og arbeiða í verkstaði og handli sínum í Keypmannahavn. Guðrun játtaði, og í trý ár var hon hjá Sabinu, men í fjør flutti hon til Føroya. Kortini hevur samstarvið við hámettu donsku klædnakvinnuna staðið við meðan Guðrun hevur arbeitt í Føroyum.


Hóast Guðrun Ludvig og Sabine Poupinel hava eitt framúr gott samstarv, hevur føroyski formgevin ikki sligið seg til tols við støðuna. Í summar fór hon undir nýtt samstarv við ein klædnahandil í Aalborg, og væntandi verður líknandi ætlan eisini veruleiki í Svendborg. Harumframt ætlar Guðrun sær út um norðurlendsku landaoddarnar sum frálíður.


Tíðarleyst snið

Um stílin hjá Guðruni Ludvig ber til at siga, at hann er grundaður á tað klassiska. Formurin er einfaldur við sonevndum reinum linjum. Hann er eisini tengdur at nýggjastu rákunum, hóast Guðrun ikki tykist flagsa millum kyku mótarákini við teimum sterku og áleypandi litunum.


Sum skilst, heldur Guðrun tað vera týdningarmikið, at eitt ávíst tíðarloysi er knýtt at kreatiónunum, og tað krevur góðsku. Tí eru øll klæðini gjørd úr 1. floks tilfari.


Hættirnir, Guðrun nýtir í samansetingum sínum eru ymiskir. Hon hellir bæði á tað kvinnuliga og tað grefliga borðið. Tilfarið er ofta samansett chiffon, silki og okkurt ráari, eins og gjøgnumgangandi blondir í tí lætta tilfarinum eru við til tess at undirstrika og sermerkja klædnaplaggið.


Hóast góðskugóðu pløggini ikki tykjast provokerandi, sæst væl, at stílurin er serligur og sjáldsamur. Tað helt Naomi Campbell eftir øllum at døma?