Nansy og John komu saman sum blaðung. Tey livdu saman í nógv ár, áðrenn hugurin at fáa børn kom.
Í 1991 gørdu tey av, at at nú var tíðin komin, at tvey skulu blíva trý. Nansy var tá 20 ár.
Vit royndu at blíva við barn í átta ár, men eftirsum vit vóru so ung, so hugsaðu vit ikki so nógv um, at tað ikki bleiv nakað beinavegin, sigur Nansy.
Árini gingu, og vinirnir rundan um tey fingu børn. Kommunulæknin tosaði eitt sindur um, at tey kanska burdu kannað seg, men Nansy og John valdu at bíða.
Í 1999 fór eg til lækna fyri fyrstu ferð. Tá byrjaði eg við at taka temperaturin hvønn dag í tríggjar mánaðir fyri at síggja, um eg hevði eggloysing, sigur Nansy.
Tá trupulleikin ikki lá har, vóru tey send til Landssjúkrahúsið til Turid Holm. Har var so John eisini kannaður, og Nansy varð kannað ennu gjøllari.
Feilurn varð funnin, og hjá teimum báðum var bara at fyrireika seg til at fara til Danmarkar til viðgerðar.
Í hesum tiðarskeiðinum ivaðust vit nógv í, um vit skuldu gera hetta. Vit hildu, at hetta var at bróta náttúrarinnar lóg, og eisini vóru vit bangin um, at okkurt skuldi bila barninum, um tað varð gitið á hendan hátt.
Hóast hetta, so fóru tey bæði niður í mars í ár 2000. Har var avgørt, at tey skuldu byrja við ísáðing, sum er ein mildari viðgerð enn reagensglas. Hetta misseydnaðist.
Nansy og John bíðaðu, men royndu beinavegin aftur við reagensglasviðgerð.
Tá skuldi eg sproyta meg sjálvan í búkin hvønn dag. Fyrst varð eg koyrd aftur í yvirgangsaldurin og síðani bombarderað við hormonum sum gjørdu, at eg fekk nógv egg, sigur Nansy.
Úrslitið var fimm egg, sum vórðu tikin út á Ríkissjúkrahúsinum. Trý kundu brúkast og eitt bleiv fryst. Tað fimta var óbrúkiligt.
Nansy fekk tvey egg sett inn í lívmóðrina, men heldur ikki hesaferð eydnaðist tað hjá teimum.
Eg fekk eina vanliga mánasjúku, so har var onki, sigur Nansy.
Longu nakrar mánaður seinni vóru tey ígongd aftur, og hesaferð bar betri til. Eggini vóru enn fleiri, og aftan á nakrar dramatiskar dagar við bløðingum var klárt, og Nansy var við barn.
Í mars 2001 varð Aron føddur.
Vit trúðu alla tiðina uppá, at tað fór at blíva barn. Ongin segði nakrantíð við okkum, at vit ikki kundu fáa barn, uttan tað var bara eitt sindur truplari hjá okkum enn hjá øðrum, sigur John.
Eftirsum tey frystu eggini ikki kunnu goymast í meir enn tvey ár, vóru tey bæði noydd at fara ígongd aftur nokkso skjótt.
Vit noyddust jagandi niðuraftur, tá Aron bara var eitt sindur meir enn eitt ár. Tað ber væl til at goyma eggini longri enn tvey ár, men Ríkissjúkrahúsið vil ikki av etiskum áðum, sigur John
Hesaferð var tað bara Nansy, sum fór niður til Danmarkar. Fimm egg vóru frys, og Nansy fekk trý egg sett upp.
Hetta var ein ógvuliga løtt viðgerð, tað einasta tey gjørdu varð at fylgja míni eggloysing, og so seta eggini upp.
Og hesaferð var eydnan eisini við teimum. Nansy gjørdist við barn, og níggju mánaðir seinni var Eva borin í heim 2002.










