NÁM fingið nýggjan stjóra

Freistin at søkja stjórastarvið í NÁM varð úti í farnu viku, og longu í dag boðar NÁM frá, at nýggjur stjóri er settur.

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur sett Regin Marnersson í starvið sum nýggjan stjóra í Námi.

 

Regin Marnersson er 34 ára gamal og útbúgvin fólkaskúlalærari í 2005 og hevur harumframt lokið akademiútbúgving innan leiðslu í 2011. Hann hevur leiðsluroyndir sum skúlastjóri í Skúlanum á Giljanesi  síðani 2012.

 

Regin Marnersson byrjar í starvinum sum stjóri í Námi tann 1. mars 2015.