Sum heild hava partrolarar framvegis smáligan fiskiskap, men onkur pør gera góðar túrar. Umframt upsa, fáa skipini eisini nakað av hvítum fiski, serliga longu og toski.
- Partrolararnir koma inn at landa, sum vikan gongur, og framvegis eru trý pør á gulllaksaveiði.
Um djúpvatnstrolararnar vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga, at fýra eru til fiskiskap. Teir fiska mest svartkalva, kongafisk og upsa. Ein fiskar tó mest av upsa og nakað av toski og hýsu.
- Ein djúpvatnstrolari landar miðskeiðis í vikuni, og hinir landa síðst í vikuni ella fyrst í aðru viku.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at ein trolbátur er á landleiðini og fiskar mest tosk, reyðsprøku, tungu og havtasku. Hesin landar helst síðst í vikuni.
- Tríggir trolbátar eru á Rygginum, og tveir eru norðanfyri. Tveir ella tríggir koma inn at landa í morgin, og hinir koma inn at landa seinni í vikuni, verður lagt aftrat.










