Nakrir tankar um Jenis og Nólsoyar Páll

Tíðargrein:

Føroyar eru eitt litríkt land, og vit eru serstøk tjóð. Søgan um ein døgurða í Kirkjubø fylti fyri stuttum nógv í miðlunum, og tað er helst skrivað upp í leypar um hetta mál. Í kaffisteðgum kring landið kundi prátið tí snúgva seg um annað enn makrelkvouna, og sum miðlastunt mátti húkurin í Klaksvík víkja fyri tóma kirkjubøstólinum hjá Jenis.

Summir granskarar vilja vera við, at tað er neyðugt fyri fólkasálina at hava nakað at elska og hava nakað at hata. Hetta seinna kann tykjast ódámligt, men møguliga er nakað í hesum kortini. Tí skapar samfelagið sínar hetjur, sum Che Guvara, Abraham Lincoln, Nólsoyar Páll, Trónd í Gøtu osfr. Men offrini eru eins neyðug fyri »trivnaðin«. Tað sigst, at eftir at George W. Bush fór frá sum amerikanskur forseti, fingu fleiri miðlafólk abstinensir. Tey vóru so von at skriva um Bush og elskaðu at hata hann. Men nú ið ongin Bush var, var saknur í honum kortini. Og ringt er at missa tað ið ein elskar – eisini tað, sum ein elskar at hata. Sæð í hesum ljósinum er Jenis av Rana kanska størsta gávan til føroysku miðlarnar. Hvat hevði føroyskur journalistikkur verið uttan Jenis? Hvussu kærkomin hevur Jenis ikki verið í agurkutíðum? Og hvussu mangar yvirskriftir hevur hann ikki bjargað eini pressu, ið annars hevur gjørt seg til eksponent fyri tolsemi? Og tað er yvirskriftin, ið selur vøruna. Offrini skapa kanska størri einleika í miðalheiminum enn hetjurnar.
Anna, kona Jenis og eg eru systkinabørn. Saman eiga hjúnini »av Rana« tríggjar dámligar synir. Eg kenni hampafólkini í Sóljugøtu og havi trupult við at síggja ein Bin Laden í húsbóndanum, hóast eg langt frá altíð eru samdur við Jenis.
Fyri nøkrum árum síðani fekk Jenis eina morðhóttan gjøgnum eini sms-boð. Løgreglan tók sær av málinum. Men løgreglan »misti« slóðina í eini skúlastovu á Tvøroyri, har ein telda varð nýtt til at senda sms boðini. Og meðan løgreglan í London og øðrum metropolum leitar eftir lógbrótarum ímillum milliónir, so stendur føroyska løgreglan »á berum« í eini skúlastovu í føroyskum fólkaskúla. Man útinnandi valdið altíð gera eitt seriøst arbeiði? Og eru øll eins fyri lógini?
Men tá Jenis nøkur ár seinni varð meldaður fyri brot á fráboðanarskylduna sum lækni, fór løgreglan í arbeiðsklæðini. Ákæruvaldið nýtti nógva orku og arbeiddi við málinum í 2 ár. Og miðlarnir høvdu góðar dagar. Sjálvandi varð Jenis í stundini dømdur og avrættaður av fjórða statsvaldinum, umboðandi »borandi journalistikk« og »óheftan tíðindaflutning«.
Advokaturin hjá danska læknafelagnum vildi annars vera við, at varð Jenis dømdur hevði hann, sambært rættarsiðvenju, helst fingið 1.000 kr. í bót, sum svarar til 5 parkeringsbøtur ella 13 pizza. Í samband við hetta mál í Føroya Rætti komu bæði ákæri verji og dómari úr Danmark. Jenis varð fríkendur bæði í Føroya Rætti og Landsrættinum, og ákæruvaldið mátti gjalda dýra rættarmálið. Løgreglan kundi kanska nýtt peningin á betri hátt fyri at tryggja lóg og landaskil, sum t.d. at kanna morðhóttanir, ið væl saktans er álvarsligt brot á revsilógina.
Tað er tí lætt at skilja, hví løgreglan, við atliti til 266b, segði við miðlarnar, at tey ikki ynskja at vera partur av kirkjubødøgurðanum. Fútin hevur helst fingið nóg mikið av Jenis.

Døgurðin
Kaj Leo bjóðaði sum kunnugt íslendsku frúunum til døgurða í Kirkjubø. Sjálvur haldi eg, at Jenis kundi etið henda døgurðan í tjóðarinnar Mekka, men tað er so hansara avgerð. Og miðlarnir vóru sum ravnur um deyðseyð, og ein øsingarherferð fór í gongd. Eg ørminnist annars, at næstseinast Margreta drotning var á Føroyavitjan takkaði onkur floksleiðari nei at vera við til døgurðan umborð á Dannebrog. Tað vóru persónligar politiskar sannføringar ið vóru orsøkin. Onkur miðil útnevndi floksleiðaran til fólkahetju. Einaferð noktaði ein løgmaður at vera við í ólavsøkugudstænastuni, av tí at honum dámdi ikki prestin, ið prædikaði. Onkur miðil signaði tá hetta fornermilsi sum »politiskt korrekt«. Í nítiárunum kom danski forsætisráðharrin á vitjan í Føroyum, og tá fór ein opin kapping fram millum føroyskar politikarar, hvør megnaði at vera óblíðast við Nyrup. Eg minnist ikki hvør vann kappingina »Óbíðasti flokkur í Føroyum«, men í mínum hugaheimi var hetta bæði ómentað, óføroyskt og stór landaskomm. Jú føroyskir politikarar hava mangan gingið í smáum skóm, so Jenis nýtist ikki at læra av fremmandum.

§266b
Við tíðini tyntist miðlasoðið í kirkjubødøgurðanum men tað skortar ikki uppá hugflog at finna bót í súpanina, tá yvirskriftin skal bjargast og vøran seljast. Við eitt er forsíðan ruddað: »Jenis breyt §266b við ikki at eta døgurða«, tað meinar onkur bestiltur advokatur. Hetta er kanska meint sum »borandi journalistikkur«, og stundum hava prime-time tíðindasendingarnar hjá Kringvarpinum ein serligan kabarettdám, tá onkur messurødd borðreiðir við seinastu skandaluni – uttan mun til um skandalan er verulig ella fabrikerað.
Komi at hugsa um orðini hjá Søren Kierkegaard: »Journalister er dagens skrællemænd med modsat fortegn…« Sjálvandi eru tað altíð onkur frøðingur, ið bjóðar seg fram, tá miðlarnir bryggja eina sensatión, men máti skal vera við. Teir løgfrøðingar, ið hava virðing fyri egnum faki, kunna seg um, hvussu rættarpraksis er í eini ávísari lógargrein, áðrenn rópt verður upp um lógarbrot. Hetta er abc innan jura, og tað veit hvør handilsskúlanæmingur. Men kanska er tað teir óseriøsu frøðingarnir ið eru grammast eftir at sleppa framat mikrofonum.
Til tess at seta rættarpraksisina í grannalondum okkara í perspektiv ísv §266b og »seksuel orientering« loyvi eg mær at taka hesi dømi:

Í 1990 varð ein kvinna í Jyllandi ákærd eftir §266b í revsilógini fyri m.a. at hava skrivað hesi orð í eitt blað:
Er en homofil ikke en slags tyv? Stjæler han ikke sin næstes ære, og måske hans liv, ved at udnytte ham og måske påføre ham AIDS?….. Homosex er den ækleste form for hor.

Kvinnan varð fríkend bæði í býrættinum í Skjern og Vestre landsret.

Í 2001 meldaði »Landsforeningen for bøsser og lesbiske« ein fólkatingskandidat (Bruno Hollendsted) fyri at hava sagt hesi orð:

»Homoseksualitet er en abnorm seksuel fejludvikling beslægtet med pædofili og nekrofili. Den slags forhold ligger hinsides tanken - ja end ikke laverestående primater etablerer sig i denne samlivsform...Jeg vil nok sige homoseksualitet er et handicap...«

Løgreglan í Ålborg avvísti málið, og avgerðin varð seinni staðfest av statsadvokatinum.
Svenski fríkirkjupresturin Åke Green helt 20.07.2003 eina langa prædiku har hann m.a. segði, at samkynd vóru ein krabbasvullur á samfelagnum.
Presturin varð ákærdur og dømdur við lægri rætt, men seinni fríkendur í hægstarætti tann 29.11.2005.
Talufrælsið gongur langt, hóast tað hevur síni mørk.
Eg havi ikki tikið omanfyri nevndu dømi fram av tí at eg eri samdur við innihaldinum í hesum útsøgnum, men eg nevni hetta fyri at vísa á, hvat er farið igjøgnum rættarskipanina í okkara grannalondum uttan at ákæruvald ella dómstólar meta, at talu- og skrivifrælsið er farið um lógarinnar mørk. Eg havi ongantíð sæð nakra útsøgn um samkynd í føroysku miðlum sum kemur niður á tað støðið ið nevnt er omanfyri og havi avgjørt einki ynski um at síggja tað.
Tá hvørki kvinnan í Jyllandi, Bruno Hollendsted ella Åke Green hava brotið antidiskriminatiónsparagraffina við sínum sterku útsøgnum, so er trupult at skilja hví føroyskir løgfrøðingar, ið óivað ynskja at verða tiknir í álvara, meta Jenis at hava brotið hesa lóg við at lata ”kirkjubøstólin” standa tóman.
Persónlig profilering vigar óivað meira enn saklig viðgerð, tá óseriøsir frøðingar fáa frítt spæl í loftmiðlum, og dagurin kanska bjargaður hjá mikrofonhaldarum, ið ikki tykjast hava evni ella vilja at geva mótspæl. Ei undur í at ”public service” hugtakið er lágt í metum.

Nólsoyar Páll
Ein hvør rørsla hevur brúk fyri hetjum. Tað er sum ein motorur ið gevur framdrift. Finnast ongar hetjur so er at »framleiða« tær. Og eru eingi offur so er eisini at »framleiða« tey. Komi at hugsa um ein lærara sum eg hevði í fólkaskúlanum ið segði, at 100 ár eftir deyða Nólsoyar Páls avgjørdi Dr. Jakobsen at skriva um Páll við tí fyri eygað at vaska hann hvítan og gera hann til tjóðarhetju og hetta eydnaðist 100%. Lærari okkara var fróarmaður, skrivandi maður og virðisløntur.
Eg tori ikki at taka støðu til hvussu rætt hetta er, men talan var um eitt mentanarliga og politiskt ókorrekt sjónarmið sum onnur kunnu døma um. Men munnu allar hetjur hava uppiborið sín tignarliga status og munnu øll offrini hava uppborið at verða útnevnd til syndabukkar? Minnir hetta ikki um marknaðarkreftir, har eftirspurningur skapar útboð?
Miðlarnir messa fyri okkum um tolsemi, at virða minnilutar, arbeiða móti happing osfr. Men er happing ikki ein partur av gamlari føroyskari siðvenju og ein arvur, ið tjóðin fjálgar um? T.d. er kvæðið um Jákup á Møn yrkt fyri at gera gjøldur burtur úr einum minni mentum drongi og hansara óhepnu fríggjaraferð. Er hetta skaldarverk eitt prýði fyri føroyska mentanararvin? Er kulturell happing legitim?
Yrkjarin av Jákupi á Møn hevur so fingið prýðiliga standmynd í Vágsbotni og økið kring standmyndina er so mikið stórt, at har er eisini pláss til Jenis.
Og eitt hava Jenis og Nólsoyar Páll til felags.
Teir hava torað at verið øðrvísi enn fjøldin. Og tá »óhefta« miðlaøsingin í Føroyum við jøvnum millumbilum fær síni herðindi, kann støðan í landinum lýsast, sum Ketilsonur í »Feðgar á ferð« lýsir støðuna við vaðbeinið:
- Tann, ið hugsar minst hevur tað best.