Nakrir tankar til pápa okkara, Jóhan Hera Joensen, sum átti at fylt 69 ár leygardagin 14. juni


Føddur 14. juni 1945 * Deyður 10. august 2013

 

Góði pápi!

Vit vildu so fegin sloppið at ynskt tær tillukku við teimum 69 árunum. Tað hevði verið so hugnaligt at komið oman til tykkara, teg og mammu, í føðingardag hjá tær.

Tú hevði so nógvar ætlanir, tá tú fórt frá sum lærari á sumri 2012.

Ætlanir, tú tosaði um líka til tað seinasta. Tað var so spennandi og stuttligt at hoyra, hvat tú ætlaði at brúka tína pensionist tilveru til.

Hóast herviliga sjúku, so livdi tú í vónini - Hin vegin vart tú ongantíð bangin fyri at fara hiðani, tú vitsti at tú fórt til eitt betri stað.

Tú vart eitt so sera rúmligt menniskja. Tú hoyrdi til fólkakirkjuna, og vart trúgvandi, men hjá tær vóru veggirnir so víðir og rúmini so stór, at eingin bygningur slapp at seta nøkur mørk.

Tankar vóru ongantíð nokk hjá tær, tú vísti í verki hvønn tann einasta dag, at fyri teg vóru onnur menniskju týdningarmiklari enn tú. Hjá tær var eitt orð eitt orð. Hevði tú sagt tað, so gjørdi tú tað. Vit vitstu altíð, at líkamikið hvat, so vart tú kletturin, vit kundu lena okkum uppat. Tú vart góður við øll, álítandi, væl lýddur, lagaligur, arbeiðssamur og rúmligur.

Tú gjørdi so nógv fyri okkum babba, og fyri okkara børn - tíni abbabørn. Tað eru vit tær sera takksom fyri. Vit eru so glað fyri, at okkara børn sluppu at uppliva teg og skapa minnir um teg, sum tey altíð fara at goyma í teirra hjørtum. Ofta gloymir man at siga takk. Vit áttu oftari at víst, hvussu takksom vit vóru og eru fyri tað, tú vart.

Tað er tómligt á Kirkjuvegi og friðarligt nú eingi hamarssløg frá tær hoyrast longur. Útvarpið hjá tær í kjallaranum er slóknað, og amboðini liggja, har tú legði tey.

Tú og mamma góvu okkum nógv í okkara ryggsekk, sum vit mangan hava notið gott av, og sum vit fara at bera víðari í okkara lívi.

Takk fyri alt tú lærdi okkum, takk fyri títt vit, tína rúmligheit, títt tolsemi. Takk fyri øll minnini. Takk fyri at tú vart pápi okkara.

 

Eg gevi meg í Jesu hond,

eg ikki ráð skal sakna,

hann førir meg til lívsins lond,

hvar allir stormar tagna.

um vit í moldum eru huld –

for Kristi skuld

vit lívsins morgun vakna.

------

Súnfríð, Jóhan og Magdalena