Nakrir spurningar til Jóannes Eidesgaard

Høvdu tygum kunnað gjørt so væl at svara mær hesum spurningum? Hetta eru spurningar, sum eg sakni at tíðindafólk spyrja nærri um. Vinarligast grundið hvønn spurning sær.

 

Hjørdis Heindriksdóttir



1. Vóru tygum til staðar, tá ið danska fólkatingið samtykti sáttmálan um minnilutamál, eftir at stjórnin hevði noktað at viðurkenna føroyska málið sum tjóðarmál og høvuðsmál í Føroyum?

2. Um ja, hvat avkvøddu tygum?

3. Tygum føra ofta fram í ymsum høpi, at landsstýrið setur fólkaræðið til viks í sambandi við fullveldismálið. Hvussu ger tað tað?

4. Somuleiðis tosa tygum ofta um ósannindi, sum landsstýrið førir fram. Hvørji eru hesi ósannindi?

5. Hví skal landsstýrið ikki biðja um upplýsingar í sambandi við fullveldismálið, tá ið danska stjórnin sjálv hevur biðið tað, gera tað?

6. Er tað rætt av donskum ráðharrum at nokta føroyingum at venda sær til ST og at tosa við NATO-umboð?

7. Um ja, hvussu átti at verið farið fram? Landsstýrið royndi tveir mátar ? hin fyrsta við at venda sær beinleiðis til ST og hin næsta við at heita á uttanríkismálaráðharran um at virka fyri at fundur fekst við NATO-umboð. Báðir mátarnir vóru eftir tygara meting skeivir og uttan fyri okkara heimildir, tí vit enn eru undir heimastýrislógini. Hvør er tá hin rætti?

Við vón um skjótt svar

20. oktober 2000