Nakrir spurningar frá tiltakinum Hesuferð

Millum endamálini hjá Hesuferð er at reka aftur mýtur um møguleikar og avbjóðingar Føroya undir donsku grundlógini og undir fullveldi ? og reiðiliga og veruleikakent at lýsa møguleikar, avbjóðingar og avleiðingar av núverandi statsrættarskipan og eini skipan við fullveldi.

Vit fara tí at loyva okkum alment at seta nakrar spurningar í sambandi við gongdina í fullveldismálinum.

Spurningur til Javnaðar- og Sambandsflokkin: Tað einasta, vit hava hoyrt frá hesum báðum andstøðuflokkum í sambandi við samráðingarnar við donsku stjórnina, er, at teir hava endurtikið sjónarmiðini hjá donsku stjórnini.

Hvat halda hesir flokkar veruliga um samráðingarætlanina hjá donsku stjórnini? Halda teir, at tann viðferð, sum ein fólkaræðislig stjórn í Føroyum við einum tryggum løgtingsmeiriluta aftan fyri seg fær, er rímulig.

Er tað rímuligt av donsku stjórnini, at eitt meira enn 600 ára gamalt samband verður kvett á stokkinum, tí Føroya landsstýri biður um, at løgtingið verður hægsta ting í Føroyum í øllum lutum?

Er tað rímuligt, at danska stjórnin ikki unnir Føroyum tær sømdir, sum Ísland fekk í 1918?

Hava flokkarnir nakra meting um, hví tað er donsku stjórnini so um at gera at seta Føroyum so harðar treytir, at umleggingin frá heimastýri til fullveldi skal vera so tung sum møguligt. Hvørjar eru veruligu grundirnar til, at danska stjórnin hevur so ringt við at sleppa Føroyum undan danska fólkatinginum?

Spurningur til Jóannes Eidesgaard: Í Krosskasti 3. mai førdi Jóannes Eidesgaard fram, at ríkisveitingarnar í Føroyum eru veitingar, sum danska stjórnin gevur Føroyum, fyri at ein ávísur standardur skal vera í Føroyum. Vit vita, at Grønland hevur eina tílíka avtalu við Danmark um sínar ríkisveitingar. Kann Jóannes Eidesgaard vísa á nakað líknandi fyri Føroyar?

Spurningur til Edmund Joensen: Edmund Joensen førdi í Krosskasti fram, at tað var Danmarkar skylda at gjalda ríkisveitingar til Føroya, tí vit vóru í ríkisfelagsskapinum. Kann Edmund Joensen greiða frá, hvussu hetta skal skiljast, og um nøkur heimild er fyri tílíkum pástandi.


Fyri Hesuferð

Vár í Ólavsstovu