Nakrir skaðar hjá Georgia

Tbilisi, Georgia: Fleiri leikarar hava givið avboð til georgiska landsliðið vegna skaðar, nú dysturin móti Føroyum skal spælast.

Zurab Khizanishvili, sum dagliga spælir í Blackburn í ensku Premier League, hevur givið avboð orsaka av einum skaða, hann fekk móti Skotlandi. Shota Arveladze, sum spælir við hollendska felagnum AZ Alkmaar hevur eisini givið avboð, og í hansara stað er komin Sandro Kobakhidze frá Dinamo Tbilisi í Georgia. Heldur ikki miðvallarleikarin Gogita Gogua verður við móti Føroyum. Hann hevur fingið heilaskjálvta, og fyri hann er komin ein, sum eitur Shota Grigalashvili og spælir fyri FC Borjomi.