Nakrir mans í Eggersund

- Beint í løtuni er einki nýtt sum so, men vit hava nakrar mans í Eggersund, har boripallar verða bygdir. Enn er ikki komið so langt við hesi verkætlan, at hon gevur so nógv til elektrikarar, men vit liggja fram við – bæði her og aðrastaðni – at fáa nýggjar sáttmálar í lag, sigur Gunnar Mohr

Offshore

 

Enn er einki stórvegis nýtt at frætta um nakran nýggjan sáttmála hjá Pam Offshore í Noregi.

Tað er Tórshavnar Skipasmiðja, sum eigur hetta felag, og tað er Pam Offshore, sum hevur havt teir mongu elektrikararnar í Svøhvit-økinum og í verkætlanini við Orminum Langa.

Nú hesar verkætlanir geva minni arbeiði til arbeiðsmegina, sum føroyska felagið hevur har yviri, hevur dúgliga verið leitað eftir nýggjum sáttmálum, so føroyingar kunnu halda fram at arbeiða í frálandavinnuni.

Gunnar Mohr, stjóri í Pam Offshore, sigur, at felagið fylgir væl við og roynir at fáa í lag munagóðar sáttmálar.

- Beint í løtuni er einki nýtt sum so, men vit hava nakrar mans í Eggersund, har boripallar verða bygdir. Enn er ikki komið so langt við hesi verkætlan, at hon gevur so nógv til elektrikarar, men vit liggja fram við – bæði her og aðrastaðni – at fáa nýggjar sáttmálar í lag, sigur hann.

Í løtuni hevur Pam Offshore einar 30 elektrikarar, sum eru knýttir at ymiskum verkætlanum í Noregi.