Fólk royndu av øllum alvi at býta jólagávur um, tá BR og Toys'r'us stutt fyri jól boðaði frá, at fyritøkan var farin á húsagang. Men, nú lata nakrir útvaldir handlar í Suðurjútlandi uppaftur, og hetta hendir næsta fríggjadag.
Tað skrivar Top-Toy í einum tíðindaskrivi í dag, har tey eisini ”ávara” um eina størri januarútsølu.
Í Suðurjútlandi lata tríggir Toys'r'us handlar í ávikavist Esbjerg, Sønderborg og Kolding upp aftur, og her verða upplatingartíðirnar sum vanligt.
Handlarnir, sum lata upp aftur, fara leypandi at taka ímóti vørum frá Top-Toys vørugoymsluni og frá handlum, sum eru stungdir permanent.
- Viðskiftafólkini kunnu tó rokna við, at viðurskiftini í handlunum verða nakað øðrvísi enn vanligt, nú fyritøkan er farin á húsagang, verður sagt í tíðindaskrivinum.