##med2##
Formaðurin í skjótisambandinum, Esmar Joensen og føroyska skjótiliðið eru nakrar dagar í dreymalandi her í Gibraltar.
Gibraltansu myndugleikarnir hava í sínum vísdómi brúkt nógvan pening fyri at tryggja oyggjaleikunum og framtíðar skjóting í Gibraltar eina skjótibreyt við góðum kringumstøðum.
Hesar umstøðurnar eru ógvuliga langt frá umstøðunum, ella rættari sagt: manglandi umstøðunum sum eru á Sandvíkahjalla, ið ikki eru broyttar síðani 1989.
##med3##
Omanfyri ber til at hoyra eitt prát FM1 gjørdi við Esmar Joensen fyrr í dag. Prátið snýr seg eisini um avrikini higartil í skjótikappingini, og vónirnar fyri kappingunum komandi dagarnar.
##med4##