Nakrir bilførarar mistu nummarplátuna í nátt

Tað eru ymsar orsøkir til, at løgreglan tekur nummarpláturnar

Í nátt hevur løgreglan verið á ferð norðanfyri og leita eftir bilum, sum nummarpláturnar skulu takast av.

Løgreglan sigur, at nummarpláturnar eru tiknar av seks bilum og tað kann vera av ymsum orsøkum.

Vanligasta orsøkin er, at eigarin ikki hevur goldið ábyrgdartrygging, men tað kann eisini vera tí, at vegskattur ikki er goldin.

Ein onnur orsøk til at nummarpláturnar verða tiknar, kann vera at eigarin hevur fingið boð um at møta til sýn, men er ikki møttur.

Men í sama viðfangi stegðaði løgreglan eisini einum bili fyri at vita um alt var eftir forskriftunum. Men tað var tað ikki tí bilførarin hevði mist koyrikortið eina ferð í tíðini og hevði ikki tikið tað aftur - og sostatt hevði hann ikki loyvið til at koyra bil yvirhøvur.