Nakrir bilar mistu nummarspjøldrini

Í nátt hevur løgreglan verið úti og tikið nummarspjøldur av bilum, har eigararnir ikki høvdu síni viðurskifti í lagi.

Seinastu samdøgrini hevur tað verið friðarligt hjá løgregluni, men onkrar uppgávur hava verið í ferðsluni, nú vegirnir eru hálir.

 

Fleiri smærri ferðsluóhapp hava verið, men í flestu førum hevur talan verið um materiellar skaðar, fleiri smærri og onkrar størri skaðar.

 

Í nátt hevur løgreglan eisini verið úti í miðstaðarøkinum og tikið nummarspjøldur av bilum, har viðurskiftini hjá eigarunum ikki vóru í lagi.

 

- Soleiðis mistu átta bilar í Suðurstreymi nummarspjøldrini í nátt, visti vaktleiðarin at siga í morgun.

 

Í slíkum førum er talan oftast um, at bilurin ikki hevur verið til sýn - ella, at eigarin ikki hevur goldið fyri trygging ella vektgjald rættstundis.