Nakrar viðmerkingar til sendingina Sostatt mikudagin í síðstu viku

Í sendingini Sostatt mikudagin í síðstu viku, har kjakast var um hvørt U.S.A. átti at leypa á Irak ella ikki, ringdi ein lurtari inn og takkaði Óla Breckmann fyri hansara støðu.

Óli endaði sítt svar nakað soleiðis:?Tann, íð signar Ísrael, verður sjálvur signaður. Tann, íð bannar Ísrael, verður sjálvur bannaður?. Eg haldi ikki, at hetta eigur at standa ósvarað, tí hetta er ein útsøgn av tí slagnum, sum tú fært ringa samvitsku av, og sum fær teg at kenna teg noyddan at kopla vit og skil frá.
Ísrael og Irak kunnu samanberast á tann hátt, at bæði londini eru samansett av fleiri ymiskum fólkabólkum. Summir stuðla stjørnini í landinum, aðrir vilja hava nýggja stjørn og uppaftur aðrir stríðast fyri sjálvstýri. Saddam Hussein bumbar sínar uppreistrarsinnaðu teknar, og tað er forkastiligt. Ariel Sharon ger tað sama við sínar, og tað er líka so forkastiligt. Og sjálvt um Sharon er valdur á demokratiskum væli, so er tað ivasamt, um Ísrael longur kann kallast eitt demokratiskt land. Demokratiið er eyðkent av trý-býttum valdi: Lóggevandi-, innandi- og dømandi valdinum. Tí er ein stjørn, sum likviderar sínar egnu teknar uttan rættargongd og dóm ikki demokratisk. Í flestu demokratisku grundlógum er ein høvuðsreglan, at ognarrætturin kann ikki skúgvast til viks. Ein stjórn, sum við fríðum vilja leggur ognirnar hjá sínum egnu teknum í oyði, er ikki demokratisk.
Hugsi ikki heldur, at Várharra vælsignar hetta, tí tað samsvarar ikki við tað, sum vit hava lært . Haldi eisini at tað kann skynast á fylgjunum av hesum politikkinum, at hansara signing ikki fylgir við. Tí haldi eg ikki at Ísraelsvinir eiga at signa hendan atburðin hjá ísraelsku stjørnini, og eg haldi, at teir gera Ísrael eina bjarnatænastu, um teir gera tað.