Jógvan við Keldu
-------
Hann sigur m.a. at: “Vit hava jú staðfest, at vinnulívsfólk hava ein áhuga. Tað er at vinna pening. Tað skulu ymiskar “snildir” til”. Hesin hugburður hevur tíverri havt eydnuna at festa røtur hjá alt ov nógvum.
Í samband við grein hjá Teiti Vágadal: “Latið okkum virða vinnuna”!, skal eg svara onkrum spurningi og viðmerkja onkra staðfesting hansara.
Haldi hann leypur elegant um íløgu- og rakstrarveruleikarnar hjá vinnulívinum og upparbeiddu vitanina, hesir hava framt! Men tað er onki óvanligt, her hevur verið skorðað undir frá so mongum.
Kann vera vert í hesum viðfangi t.d. at nevna frálíku bøkurnar og frásagnir um dyggu vinnulívsmennirnar John Dam og Eiler Jacobsen, sum vísa, hvussu stutt tíð er frá tindi til botns og samstundis langa teinin frá hædd til lagd. – Hetta er sanniliga ikki “bara kenslur”, men veruleiki!
Hesar m.a. kalli eg verulig vinnulívsfólk. Hann spyr meg, um”tað finnast“óverulig” vinnulívsfólk”.
Oskarsson og Aaen
Fari bara at nevna tvey dømi úr ørgrynnuni, sum eru slopnir so væl framat mikrofonini: Tann fyrri er Frank Aaen úr Eindarlistanum sum m.a. sigur: “ Vi skal huske, at det er vores allesammens olie, selskaberne skal kun have betaling for at pumpe olien og så en fortjeneste, og ikke en ekstravagant fortjeneste”.
Síðani er Hermann Oskarsson, sum tíðum er serkønur í Kringvarpi Føroya, sum sigur: “Búskaparfrøðiliga er onki skil í hesum exklusivu rættindum til tey, sum frammanundan eru ríkastu borgararnir í landinum”.
Felags fyri báðar er, at teir hvørki virða satsningar, milliardaíløgur sum vinnulívið hevur framt, men niðurgera dyggu vitanina vinnan hevur ment og givið samfelagnum.
Frank Aaen hevur ferð eftir ferð alment niðurgjørt A. P. Møller-Mærsk og McKinney Mærsk Møller við hvørt høvi, hóast hesir við avtaluni teir gjørdu við danska Javnaðarflokkin fyri stívliga 50 árum síðani gjørdu tað bragd, at týskurin ikki fekk olju- og gasskonsessiónina. Bara í 2010 rindaði felagið ikki minni enn 26,2 milliardir danskar kónur í skatti.
Hermann Oskarsson hevur aftur og aftur gjørt seg inn á føroysku vinnuna, reiðaran og politiska systemið, og nú skýrt hesar korruptar. Tað stendur eftir. – Tí undrar tað, at Vinnuhúsið ikki tekur til máls.
Vinnuhúsið og tilfeingisgjald
Sjálvandi eri eg samdur við Teiti í, at vinnan skal ikki virðast meiri enn onnur, hinvegin skal hon heldur ikki vanvirðast sum so ofta, hóast hann ikki dugir at síggja, at “vinnan er fyri ágangi”. Hann sjálvur sigur: “Vit hava jú staðfest, at vinnulívsfólk hava ein áhuga. Tað er at vinna pening. Tað skulu ymiskar “snildir” til.” – Hesin hugburður hevur tí verri havt eydnuna at festa røtur hjá alt ov nógvum og forðar framburði.
Tá hann nevnir heimasíðu Vinnuhúsins, so hava allar heimasíður góðar intentiónir, men lætt er ikki altíð at liva upp til intentiónirnar, og at Vinnuhúsið hevur latið sum um, at tað ikki er so “farligt”, at landskassin tekur tilfeingisgjald umframt skatt og onnur avgjøld, “bara teir taka frá øllum”, sum onkuntið verður sagt, er hetta vandamikil kós!
Vendi aftur til Coca Cola og kenslurnar
Lat meg leggja afturat hesaferð, at samstundis sum so mangur tosar um at fáa fólk “heimaftur”, vita øll, at ikki færri enn 1.300 føroyingar ídag sigla bara yviri í Noregi, nú fiskimennirnir eru fækkaðir og bæði frøðingar og politikarar eru sjúkliga tráir eftir at fáa skatta hesar hægri, so teir saman við teirra fjølskyldum taka pjøkan og flyta av landinum.
Út frá bæði grein Oskarssonar og Vágadals sæst, at alt ov nógvir føroyingar liva í eini órealistiskari verð, tí haldi eg eisini, at eg fari at venda aftur við eini seinni grein um Coca Cola, kenslur og tørvandi føroyskari marknaðføring.










