Eitt hátrýst eystan fyri Føroyar fer spakuliga eitt vet í ein landnyrðing eystan. Sunnunáttina kemur ein kuldabrúgv inn yvir landið av vestri. Síðani streymar kaldari luft inn yvir landið. Mikudagin kemur aftur ein kuldabrúgv inn yvir landið av útsynningi.
Veðrið í dag
Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s. Turt og sólin sær og hitin millum 10 og 15 stig. Í nátt makar hann vindin í lot til gul av landsynningi, seinni vestri, undir 5 m/s. Turt og klárt, men sum frá líður dregur samanum. Hitin um 10 stig.
Í morgin
Lot til andøvsgul av vestri ella ymsum ættum, 3 til 8 m/s. Skýggjað, támut og regn, um náttina lutvíst klárt. Hitin um dagin millum 10 og 15 stig, um náttina um 10 stig.
Mánadagin
Lot til andøvsgul av vestri ella ymsum ættum, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur turt og skýggjað, men út á dagin sær sólin. Hitin millum 10 og 15 stig. Um náttina lot til andøvsgul av suðri, 3 til 8 m/s. Um kvøldið yvirhøvur turt og lutvíst klárt, men út á náttina dregur samanum og tað fer aftur at regna. Hitin um 10 stig.
Týsdagin
Lot til andøvsgul av suðri, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn av og á. Hitin millum 10 og 15 stig, um náttina um 10 stig.
Mikudagin
Lot til andøvsgul av suðri, 3 til 8 m/s, sum út á dagin snarar í ein útsynning og vestan. Skýggjað og regn av og á, um náttina lutvíst klárt. Hitinum dagin um 11 stig, um náttina niður í 7 til 10 stig.
Hósdagin
Lot til andøvsgul av útsynningi ella ymsum ættum, 3 til 8 m/s. Turt og sólglottar. Hitin um dagin millum 10 og 15 stig, um náttina millum 7 og 10 stig.