Nakin kvinna á vertshúsi í Havn

Ein ung kvinna mitt í tjúgunum kom um vikuskifti inn á vertshús í Havn spilnakin. Politiið varð tilkallað og kvinnan varð send aftur til heimbygdina Ein av teim eitt sindur minni vanligu uppgávunum hjá politinum hetta vikuskifti var, tá ein ung kvinna fór á vertshús uttan klæðir.

Vakthavandi á politistøðini sigur, at vertshúsið fráboðaði politinum, og kvinnan varð fyrst senda á skaðastovu og síðani koyrd í taxa heim. Hon býr á bygd.

- Kvinnan hevði bæði drukkið og roykt hash ella annað rúsandi, sigur vakthavandi.

Eingin ákæra verður reist móti kvinnuni.