Nakin í flogfarinum

Ferðafólkini í einum rutuflogfari úr Los Angeles til London fingu ein skelk nú eina náttinar, tá ein spillnakin kvinna brádliga kom gangandi ígjøgnum flogfarið. Tilburðurin vakti ikki minni ans, tá tað vísti seg, hetta var Hollywood-stjørnan Lara Flynn Boyle.

Eitt av ferðafólkunum greiddi seinni frá, at Lara Flynn Boyle hevði latið seg úr øllum klæðunum, stutt eftir at hini ferðafólkini vóru farin at fáa sær ein blund á teirri drúgvu ferðini. Hon royndi at nálgast upp at einum manni, men hann koyrdi hana frá sær og bað hana lata seg í alt fyri eitt. Tað vildi hon ikki, og tí vórðu boð send eftir flogternunum, sum fingu ballað ta naknu stjørnuina inn í eitt teppi, áðrenn tey fingu hana at lata seg íaftur, skrivar The Mail on Sunday.

Tann 34 ára gamla Lara Flynn Boyle helt fyrr saman við kenda filmsleikaranum Jack Nicholson. Hesa náttina var hon á veg til Bretlands, har hon spælir í einum nýggjum filmi saman við Ralph Fiennes og Donald Sutherland.