Ein 19 ára gomul tunesisk kvinna, sum nevnist Amina Tyler, hevur lagt toppleysar myndir av sær sjálvari á netið, og tað hevur viðført vreiðu millum islamistarnir í landinum.
Á myndunum hevur hon málað boðskapir á sín nakna yvirkropp, sum eitt nú "Fuck your morals", og hon ger tað fyri at heiðra feministiska bólkin "Femen", sum er kendur fyri síni toppleysu mótmæli.
Bólkurin hevur seinastu dagarnar mótmælt í fleiri londum, fyri at vísa solidaritet við 19 ára gomlu kvinnuni.
Myndirnar hava elvt til misnøgd millum tey konservativu í Tunesia, sum millum annað hava mælt til, at kvinnan verður pískað ella steinað til deyðis.
Anne Margrethe Rasmussen, sum er ráðgevi fyri DANIDA í Tunesia sigur við útvarpsstøðina P1 hjá Danmarks Radio, at hon sigur tað er tí betur einans ein lítil bólkur í Tunesia, sum ynskir, at kvinnan verður revsað.
Hon vísir eisini á, at fleiri feministar í Tunesia ikki reiðiliga skilja hví kvinnan følir trongd til at vísa síni bróst. Fleiri halda, at tað er skeivt og forkastiligt, at kvinnan velur at mótmæla soleiðis. Onnur verja hennara rætt til at vísa seg sum hon vil.
Les meira um málið her: www.dr.dk/P1/P1Morgen/Udsendelser/2013/04/08/095128.htm