- Vit eru ikki komnir til nakað endaligt tal enn, men roknast kann við, at talið liggur nakað oman fyri 200, sigur Símun Abrahamsen, grindaformaður.
Hann sigur, at tað í hvussu er verður farið um klokkan 18, áðrenn liðugt er at merkja hvalirnar.
- So tað verður í fyrsta lagi eftir klokkan 18, at seðlarnir koma út, og fólk mugu bara halda seg dagførd í miðlunum, sigur Símun Abrahamsen.
Grindin verður býtt í Fuglafirði, men eisini til Leirvík og Gøtu.
- Síðani verður nakað eisini býtt til Runavík, Strendur og Toftir, so grindin fer víða, sigur Símun Abrahamsen.










