Partrolararnir, sum fiska upsa, royna á ymiskum leiðum, men fiskiskapurin er heldur vánaligur. Hesi skip landa fyrst í vikuni sum kemur.
Trý partrolarapør fiska gulllaks, og í vikuni vóru fyrstu gulllaksalandingarnar á Toftum.
Fiskamarknaður Føroya sigur, at tríggir partrolarar fiska svartkalva og nakað av kongafiski og blálongu.
- Skipini eru nýliga farin út aftur, og tí er ikki greitt, nær tey koma inn aftur at landa, og vit vita heldur ikki, um tey koma inn fyri páskir.
Ein djúpvatnstrolari, sum frystir veiðina umborð, er eisini til fiskiskap undir Føroyum í løtuni.
Ein annar trolari fiskar svartkalva og frystur umborð.
- Fýra trolbátar eru úti. Allir fiska norðan fyri og koma inn at landa í morgin. Skipini fáa mest av toski og so nakað av hýsu, reyðsprøku og tungu, sigur Fiskamarknaður Føroya.