Tað var tungt at siga seyðahundinum farvæl

- Eg vóni, at vit fara at taka hetta krímið fyri tað, tað er, og at vit aftur fara at liva lívið, sum vit eiga, fræls frá hesum órationella óttanum, sigur Brandur Sandoy.

- Nógv er at fegnast um, serliga at tað gongst børnum, svigarbørnum og abbabørnum væl í hond.

Hvar og hvussu fert tú at halda nýggjár?

 

- Hetta nýggjárið verður hildið suðuri í Vági hjá verfamiljuni. Nú eru fleiri ár síðan, at vit hava hildið nýggjár í Vági, serliga tí, at eg plagdi at verða ein av fyriskiparunum fyri nýggjárshaldinum á Sandi, meðan eg sat sum borgarstjóri. 

 

Tað sigur Brandur Sandoy, sum eisini veit at siga, at nýggjárið í Vági er sermerkt - við kyndlagongu og stórum fýrverki, og tað verða hesi tiltøk, sum tey fara til í Vági í kvøld. 

 

Hvat var tað besta, sum hendi í 2021?

 

- Nógv er altíð at fegnast um, serliga at tað gongst børnum, svigarbørnum og abbabørnum væl í hond. Eisini hevur gingið væl í hond við arbeiðnum, har nógv góð politiskt mál eru framd.

 

Og hvat var tað keðiligasta?

 

- Tað, sum hevur verið keðiligt í 2021, er støðan við hesum áhaldandi kríminum, sum herjar heimin. Avleiðingarnar eru færri sosial tiltøk, og uttan iva ein verri trivnaður, bæði hjá vaksnum, men ikki minst hjá børnum og ungum. 

 

Brandur Sandoy heldur, at hetta er ein stór avbjóðing, sum samfelagið kemur at merkja avleiðingarnar av í langa tíð.

 

- 2021 gjørdist eisini árið, tá eg noyddist at siga trúgva seyðhundi mínum Leiku farvæl. Tað stendur eftir, sum nakað av tí tyngsta í farandi árinum, sigur maðurin, sum er kendur úr politikki, men sum eisini er bóndi.

 

Hvørjar vónir hevur tú fyri 2022? 

 

- Eg vóni, at vit fara at taka hetta krímið fyri tað, tað er, og at vit aftur fara at liva lívið, sum vit eiga, fræls frá hesum órationella óttanum, sum tykist fylla sera nógv sinni í hesum døgum. Tað er mín vón, at vitið - fyrr ella seinni - rennur til okkum aftur, sigur Brandur Sandoy.

 

Gevur tú eitt nýggjárslyfti?

 

- Eg plagi ikki at geva nýggjárslyfti, men tvey tey seinastu árini havi eg givið slíkt lyfti um at halda meg frá søtmeti, sodavatni og øðrum í eitt hálvt ár. Tað havi eg eisini hildið. Seti eg mær okkurt fyri, so haldi eg orð, men eg vænti ikki, eg gevi nakað lyfti hesaferð, sigur Brandur Sandoy brosandi.

 

 

- Nógv er at fegnast um, serliga at tað gongst børnum, svigarbørnum og abbabørnum væl í hond.