Nakað um kongsjørðina

Í Dimmalætting 31. januar 2002 hevði Bjørn á Heygum grein hann nevndi: "Skulu bøndirnir taka ábygd av egnum landi?".

So skilagóður og viðkomandi málburður um viðurskiftini innan kongsjørðina er sjáldsamur at síggja á prenti. Ja so sjáldsamur, at eg og kanska fleiri hava skeitt í bløðini hendan góða mánaðan, síðan hendan grein varð at síggja. Tí vænta varð, at ragnarrok fór at dynja yvir tann penn, ið so greitt tordi at lýsa støðuna hjá føroyska kongsbóndanum. Men ikki eitt orð! Eg eri ovfarin. Tøkk skal Bjørn á Heygum hava, fyri orðini hann har lat falla.
Í hesum sama viðfangi fari eg at nevna aðalorðaskifti um jørð, sum var á tingi seinasta ár. Í hesum lítiðsigandi kjaki hómaðust eingi verulig hugskot, sum kundu verið tikin til álvarsliga viðgerð. Meira at siga dugnaloysi í hesum máli innan tingsins høgu gátt.
Ella fimmarin, sum var útvarpaður fyri nakað síðan. Í fleiri førum lá hetta kjaki á so lágum støði, at tað ikki var sømuligt, at koma í almennum útvarpi.
Aftursvar frá bóndunum? Nei! Bóndirnir skul halda kjaft! Tí teir hava formyndarar, sum vita og siga bóndum, hvussu teir skulu hugsa, og hvat teir skulu gera!
Uppskot um broytingar í jarðarlógini liggur í tinginum; men har kunnu menn ikki semjast.
Rópt verður um tjóðskaparligt frælsi, uttan at vilja innanhýsis frælsi, so haðani er lítið at vænta í framtíðini.