Veðurmátararnir hjá Landsverki boða í kvøld frá fitt av vindi í støðum kring landið. Ringast er á Oyndarfjarðarvegnum, har mátararnir nú siga upp í 31 m/s.
Á Norðradalsskari eru 25 m/s, og tað sama er galdandi fyri Pokerisháls. Danska veðurstovan DMI sigur, at í morgin verður andøvsgul upp í ein strúk av vestri, 8 - 13 m/s, sum seinni snarar í ein norðan og minkar til 5 - 10 m/s. Tað verður skýggjað fyri tað mesta og turt. Hitin um 8 stig. Um náttina lot til andøvsgul lot til andøvsgul av útnyrðingi, 2 - 5 m/s. Skýggjað og regn ella kavaæl, og hitin millum 2 og 7 stig.
Fríggjadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og syðri, seinni av útnyrðingi, 7 - 13 m/s. Tað verður skýggjað og í støðum regn, og møguliga vátakava tíðliga um dagin. Hitin millum 5 og 7 stig, um náttina um 5 stig.