Landsverk sigur, at tað er nakað av vindi kring landið. Á Høgareyni, á Oyndarfjarðarvegnum og á Gjáarskarði eru upp í 28 m/s í morgun.
DMI sigur eisini í dag, at tað er verður 13 - 18 m/s av landsynningi, skíggjað og regn í støðum. Hitin millum 4 og 8 stig. Í nátt framvegis 13 - 18 m/s, men tað klárnar í nátt, og hitin verður upp í 10 stig í nátt.
Í morgin verður 13 - 18 m/s av suðri og útsynningi, sum seinni snarar í ein landsynning og minkar ti 8 - 13 m/s. Tað verður klárt og sólglottar, seinni regn av og á. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 9 stig.









