Nakað av vindi komandi dagarnar

Í dag er andøvsgul upp í ein strúk av vesti, 8-13 m/s, og í kvøld veksur hann vindi til strúk í vindi upp í skrið, 13-18 m/s.

 

 

Í morgin sigur hann eisini strúk í vindi upp í skrið við hørðum hvirlum, 13-18 m/s.

 

Tað fer at regna og hitin verður millum 2 og 5 stig. Um náttina minkar hann vindin til andøvsgul upp í ein strúk, 8-13 m/s. Turt og klárt í veðrinum, hitin millum 1-5 stig.

 

 

Mikudagin sigur hann frá andøvusgul upp í ein strúk, 8-13 m/s, sum seinni minkar í lot til andøvsgul 3-8 m/s. Tá verður turt og nakað av sólglottum. Um náttina veksur vindurin tó aftur til 8-13 m/s. Tað verður skíggjað og fyri tað mesta turt. Hitin alt samdøgrið millum 1 og 5 stig. 

 

 

 

Myndina eigur Ingi Sørensen.