Í grundgevingini fyri at lata verkinum virðislønina, verður millum annað sagt:
-Tær 15 stuttsøgurnar taka støði í einum heimi, sum í allar mátar líkist veruleikanum. Naja Marie Aidt skrivar í eini yndisligari og ófrættakendari realismu, sum dregur undirtónarnar í veruleikanum upp, so tú kennir, hvussu vanlukkan lúrir beint undir gerandisdegnum.
Virðislønin verður handað Naja Marie Aidt á samkomu í Norðurlandaráðnum í oktober mánað
Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins er á 350.000 krónir.