Randi Jacobsen
Drúgva stríðið hjá stýrinum fyri Kvívíkar skúla og meinpartin av foreldrunum hjá skúlabørnunum endaði ikki við, at skúlaleiðarin varð fluttur í annað starv.
Avgerðin varð ikki meira enn tikin, so fóru lærararnir í skúlanum og Føroya Lærarafelag upp á afturbeinini.
Olavus Jespersen, stjóri á skúladeildini í Mentamálaráðnum veit enn ikki, hvussu fløkjan kann loysast, tí Mentamálaráðið og skúlastýrið øðrumegin og Føroya Lærarafelag og skúlans lærarar hinumegin hava fullkomiliga hvør sína hugsan um málið.
Meginparturin av foreldrunum sendu Mentamálaráðnum eina kæru við kravi um at fáa skúlaleiðaran frá, og eitt samt skúlastýri segði tað sama.
Málið ferðaðist í mánaðir til hoyringar hjá pørtunum, og í seinastu viku gjørdi Mentamálaráðið semju við leiðaran um, at hann skuldi loysast úr skúlaleiðarastarvinum og flytast á annan skúla.
Øði kom í
Men tá kom øði bæði í lærarar og lærarfelagið, sum mæltu skúlastýrinum til at taka seg aftur.
Ari Johannesen, formaður í skúlastýrinum hevur ongar viðmerkingar. Hann nevnir tó, at hann heldur stýrið hava meginpartin av foreldrunum aftan fyri seg.
Mentamálaráðið kann ikki biðja skúlastýrið fara frá, tí stýrið er fólkavalt.
Mentamálaráðið skal útnevna ein fyribils skúlaleiðara til Kvívíkar skúla, men Føroya Lærarafelag svaraði aftur við, at limir, sum fáa starvið bjóðað, skulu venda sær til felagið fyrst.
Ótrygg viðurskifti
- Nei, vit blokera ikki starvið sum fyribilssettur skúlaleiðari, men starvsfólk skúlans kenna seg ótrygg, og tí vilja vit fegin tosa við tann, sum Mentamálaráðið útnevnir, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag.
Hann ger vart við, at kærurnar frá foreldrum og skúlastyrinum vóru hvørki nóg mikið til at koya mannin frá ella at geva honum eina átalu. Fyrstilærarin valdi sjálvur at fara, tí hann og familja hansara orkaðu ikki trýstið longur.
Bjarni Heinsen hevur verið skúlaleiðari í Kvívík, og hann kundi verið farin frá við eftirløn, tá ið hann um hálvt annað ár fyllir 60 ár.