NAFF stóð sína roynd í høvuðsstaðnum

At NAFF er sloppin av við tjøldini, sum vóru partur av framsýningini í 2001 og 2003, tænir øllum pørtum ? og ikki minst tí altjóða dámi, sum ein tílík framsýning eigur at hava

NAFF

Á eini so stórari fiskivinnuframsýning, sum North Atlantic Fish Fair, er nógv at síggja, og hjá tær sum tíðindamanni er ikki lætt at velja burtur úr, hvar tú best kanst brúka tína orku teir dagarnar, stevnan varir. At vitja einar 250 framsýnarar, har fleiri enn 300 einstakir framsýnarar eru á básunum, er næstan ógjørligt. Tú kanst steðga á og spyrja teg fyri, men tað er ógjørligt at fregnast um alt, teir hava á sínum básum. Hvør framsýnari er á sín hátt áhugaverdur, og tú verður snøgt sagt "bumbaður" við informatión.

Sos-básur
Eins og á fiskivinnuframsýningini í 2003, sum var á økinum hjá Runavíkar havn, hevði Sosialurin eisini bás hesaferð við blaðredaktión og tveimum blaðmonnum. Myndamaður okkara vitjaði eisini framsýningina, tá ið stundir vóru til tess.
Fólk stukku inn á gólvið - av áhuga og forvitni, men eisini tí, at tey høvdu okkurt upp á hjarta.
Samrøður vórðu gjørdar inni á básinum, og vit vitjaðu eisini dúgliga runt um í stóru høllini.

Væl vitjað
Nú triðja altjóða fiskivinnuframsýningin í Føroyum er av, eru fyrireikararnir væl nøgdir við undirtøkuna, sum stevnan hevur fingið.
Í vavi var framsýningin á leið tann sama, sum á seinastu stevnuni, sum varð hildin á økinum hjá Runavíkar havn, men í høllini á Sandvíkarhjalla var rúmligari, og tað hevði avgjørt sínar stóru fyrimunir, at øll framsýningin var undir einum og sama taki.
At NAFF er sloppin av við tjøldini, sum vóru partur av framsýningini, tænir øllum pørtum ? og ikki minst tí altjóða dámi, sum ein tílík framsýning eigur at hava. Einki ringt er at siga um tjøldini, tá ið veðrið er gott, men so skjótt tað lotar úr hanakjafti, gerst kalt inni, og framsýningin hevur ikki tann hugna yvir sær, sum ein altjóða framsýning eigur at hava.

Fleiri greinar
Í komandi bløðum fara vit at hava fleiri greinar um fyritøkur, sum vóru við á North Atantic Fish Fair.
Vit fara at eitt nú tosa við trolvirkið, Bergið í Hvalba, Havsbrún í Fuglafirði, Oilwind í Miðvági, Teymavirkið í Runavík, Tórshavnar Skipasmiðju og Vónina í Fuglafirði. Eisini fara vit at hava grein um nýggja tekniska útgerð til skip og bátar, sum radiohandlar selja.