NAFF letur dyrnar uppaftur

Nú klokkan 10 í morgun letur North Atlantic Fish Fair dyrnar á Sandvíkarhjalla uppaftur. Stevnan læt upp í gjár og er opin til og við í morgin frá klokkan 10-17. Í dag er dýri biðidagur, fólk hava frí og væntandi er, at nógv fólk fara at leita sær á Hjalla at síggja tað stóra útboð, ið teir umleið 200 framsýnararnir hava at bjóða.

Út við helmingurin av framsýnarunum eru útlendingar og básurin, sum er umboðaður úr einum av mest fjarskotnu londunum, er úr Spaniu.

Tað er skipasmiðjan M. Cies í Vigo, ið bygdi Bak og Stelk, sum nú hevur bás á NAFF. Skipasmiðjan hevur á øðrum stevnum havt eygleiðarar í Føroyum, sum hava verið á bási hjá føroyskum felag, men hesaferð hava spaniólar sín egna bás.

Samskiparin, Dánjal Petur Hansen, sigur, at talan helst er um fleiri miljónir krónur, sum útlendsku og føroysku framsýnararnir og tey vitjandi leggja eftir seg, nú altjóða fiskivinnustevnan verður hildin.

- Allir útlendsku framsýnararnir og gestirnir skulu heim til Føroya, tey skulu gista og eta, og tey skulu avstað aftur. Aftrat hesum kemur so tað, sum tey, ið við eru, við tíðini kunnu fáa burtur úr, beinleiðis og óbeinleiðis, sigur Dánjal Petur Hansen, samskipari.