NAFF
Fyrireikingarnar til stóru altjóða fiskivinnustevnuna, North Atlantic Fish Fair, sum verður í høvuðsstaðnum í døgunum 3.-5. mai, ganga sum ætlað.
Samskiparin av stevnuni, Danjal Petur Hansen, sigur, at talið av framsýnarum í ár verður á leið tað sama sum í fjør, men mynstrið er eitt sindur broytt.
- Stevnan er so gott sum fullteknað, og eg ivist onga løtu í, at tá latið verður upp hósdagin í næstu viku, er alt framsýningarøkið fult.
Hann sigur, at út við helmingurin av teimum umleið 200 framsýnarunum á stevnuni eru úr útlandinum, meðan hin helmingurin, sum er eitt lítið sindur størri, er úr Føroyum.
Stórir básar
- Mynstrið er nakað broytt á tann hátt, at nú eru í fleiri førum fleiri framsýnarar á sama bási. Básarnir eru soleiðis eisini størri – og ikki minni áhugaverdir enn áður.
Dánjal Petur sigur, at donsku kommunurnar, sum vóru við seinast, Hanstholm og Hirtshals, ikki eru við í ár, men í staðin senda tær eygleiðarar til Føroya. Úr Íslandi fara vit at síggja einar tríggjar ymiskar havnir, sum verða við.
- Hesaferð fara vit eisini at síggja fleiri stórar felagsbásar. Ein av hesum eiga íslendingar, har einar 10 ymiskar fyritøkur verða á einum bási. Aftrat hesum verða einir 3-4 aðrir básar, har aðrar íslendskar fyritøkur sýna fram sítt útboð.
Hann sigur, at ein stórur danskur básur eisini verður á stevnuni við umleið 10 framsýnarum, men haraftrat hava danir fleiri einstakar básar.
- Útlendsku fyritøkurnar eru úr nógvum ymiskum londum, sigur Dánjal Petur Hansen.
Føroysku fyritøkurnar, sum eru við á framsýningini hesaferð, eru í fyrsta lagi tær, sum afturvendandi plaga at luttaka.
- Tórshavnar Skipasmiðja samskipar ein stóran bás, har fleiri útlendskar fyritøkur verða við. Hetta eru fyritøkur, sum skipasmiðjan brúkar sum veitarar, sigur hann.
Dánjal Petur Hansen sigur, at trolvirkið Vónin eisini samskipar ein stóran bás og fyritøkurnar, sum eru saman við Vónini á hesum bási, eisini eru fyritøkur, sum Vónin samstarvar við – í Føroyum og ikki minst í útlandinum.
Flótandi framsýning
Umframt stóra framsýninngarøkið í bygninginum hjá Poul Mohr á Hjalla, verður eisini ein flótandi framsýning í Vágsbotni, har bátar verða sýndir fram við ymiskari útgerð.
- Ætlanin er, at møguleiki skal verða hjá áhugaðum at síggja og royna bátarnar og útgerðina, meðan stevnan er. Hetta verða í høvuðsheitum bátar og útgerð, sum føroyskar fyritøkur umboða..Samskiparin sigur, at økið í Vágsbotni verður opið, meðan stevnan er opin á Hjalla, men ætlanin er eisini, at Vágsbotnur skal verða tað hugnaliga staðið, har fólk kunnu leita sær oman uppundir endan av degnum á Hjalla.
- Í Vágsbotni verður eisini eitt tjald sett upp, har høvi verður at keypa ymiskan mat, sum serliga hevur tilknýti til havið.
Dánjal Petur Hansen sigur, at tað verður Hotel Føroyar, sum kemur at taka sær av matinum –og skeinkingini í Vágsbotni og á Hjalla.
- Hetta er fyrstu ferð, at vit fáa høvi at hava skeinking á stevnuni, og skulu vit hava skeinking, skal tað verða ein veitari í økinum, sum stendur fyri hesum. Soleiðis verður tað eisini Hotel Føroyar, sum kemur at standa fyri skeinkingini.
Samskiparin sigur, at ein góð matstova verður á Hjalla, og har verða eisini einar tvær smærri kaféir.
Nógv liggur eftir
Dánjal Petur Hansen sigur, at enn dugir hann ikki at siga, hvussu nógvir útlendingar fara at leita higar sum framsýnarar og eygleiðarar, men hotellini í býnum eru longu fult bookað, og nú verður leitað eftir húsum, sum fólk kunnu búgva í.
- Á framsýningini, sum seinast var fyri tveimum árum síðan, hevði North Atlantic Fish Fair umleið 11.000 vitjanir, og tá eru fólk, sum vitjaðu á stevnuni allar tríggjar dagarnar, roknaði sum trý vitjandi.
Samskiparin sigur, at umframt tað, sum føroyskar fyritøkur, ið sýna fram á stevnuni, kunnu fáa burtur úr, liggur í aðrar mátar nógv eftir eina slíka altjóða stevnu.
- Atlantic Airways flýgur við nógvum fólki, og hotellini og gistingarhúsini hava nógv vitjandi. Haraftrat kemur, at ymiskar aðrar føroyskar fyritøkur fáa nakað burtur úr við at verða veitarar hjá útlendsku fyritøkunum, sum koma higar til lands.
Dánjal Petur Hansen ivast onga løtu í, at útlendsku fyritøkurnar soleiðis leggja fleiri miljónir eftir seg í Føroyum í samband við North Atlantic Fish Fair.
Altjóða fiskivinnustevnan verður opin dagarnar, 3.-5. mai, frá klokkan 10-17, og hetta er fyrstu ferð, at stevnan verður hildin frá hósdegi til og við leygardag.