NAFF
Jógvan Arge er virkandi borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, nú Heðin Mortensen er burturstaddur.
Jógvan sigur seg fegnast um, at góðir karmar eru í kommununi at hýsa eini slíkari altjóða fiskivinnustevnu, sum North Atlantic Fish Fair er.
- Eg vitjaði á stevnuni, tá hon var í høvuðsstaðnum fyri tveimum árum síðan, og eg gjørdist rættiliga ovfarin av at síggja, hvussu væl framsýningin tók seg út.
Hann heldur tað vera sera heppið, at slík høll er í
kommununi, sum kann hýsa einum so stórum tiltaki undir einum og sama taki.
- Hetta kemur ógvuliga væl við og gevur góðar karmar, tá skipað verður fyri tiltøkum av hesi støddini í høvuðsstaðnum, sigur hann.
Løgmaður setir
Við setanina, sum verður fyrrapartin hósdagin, fer Dánjal Petur Hansen at bjóða fólki vælkomnum til setanina, og síðan fer Jógvan Arge sum virkandi borgarstjóri at bjóða stevnuluttakarum og stevnugestum vælkomnum til høvuðsstaðin.
Tað verður Jóannes Ejdesgaard, løgmaður, sum alment fer at seta hesa fjórðu North Atlantic Fish Fair framsýningina.
- Eg haldi, at tað er flott, at fyriskipararnir megna at reisa eitt so stórt tiltak á føtur, og vegna Tórshavnar kommunu eri eg fegin um at kunna bjóða gestum – bæði nær og fjar – á hesa stevnu og framsýning, sigur Jógvan Arge, virkandi borgarstjóri.