Næsti koronutilburður verður nr. 1.000

999 fólk eru higartil staðfest positiv við koronu í Føroyum.

Kaj J. Skibenæs í Hoyvík var fyrsti føroyingur, sum varð staðfestur postivur við koronu. Tað var 4. mars í fjør. Síðani tá eru 998 onnur smittað

Tað merkir, at tann næsti persónurin, sum verður staðfestur positivur við koronu, verður nummar 1.000.

 

Tað vísar hagtølini hjá Heilsumálaráðnum.

 

Í løtuni eru seks persónar í Føroyum smittaðir við koronu. 402.307 kanningar eru gjørdar í Føroyum. Í løtuni sita 19 fólk í sóttarhaldi – og til samans eru sum nevnt 999 fólk smittað, síðani fyrsta smittutilburðin 4. mars í fjør, tá Kaj J. Skibenæs sum tann fyrsti í Føroyum varð stafestur positivur við koronusmittuni.

 

Kaj J. Skipanes var í februar fjør farin til París saman við konuni og báðum døtrum sínum. Tey vóru til eina møtiráðstevnu, og tá Kaj kom heim aftur, fór hann at kenna seg sjúkan. Tað vísti seg, at hann var smittaður við koronuvirus.

 

Hann var tí í sóttarhaldi í tvær vikur – og eftir tær báðar vikurnar boðaði Heilsumálaráðið frá, at, at bæði Kaj og hini trý í familjuni nú vóru loyst úr sóttarhaldinum. 

 

Men í tí sambandi vóru 18 onnur fólk, sum hann hevði verið í sambandi við, eisini sett í sóttarhald. Summi heima við hús, men onnur hava verið á Hotel Vágum. Eingin av teimum fekk sjúkueyðkenni.

 

Av teimum 999 smittaðu eru 991 frísk, tvey fólk eru deyð, og seks eru sum áður nevnt í løtuni smittað við koronu.

 

Kaj J. Skibenæs í Hoyvík var fyrsti føroyingur, sum varð staðfestur postivur við koronu. Tað var 4. mars í fjør. Síðani tá eru 998 onnur smittað