Føroyska liðið hjá Team Rynkeby hevur í morgin stuðulstiltak, har endamálið er at savna pening til krabbameinsrakt børn.
Tiltakið í morgin er á Hotel Føroyum, har gestirnir fáa galladøgurða og toppin av føroyskum undirhaldi, og líkt er til, at fólk hava tikið framúr væl ímóti hesum tiltakinum.
- Tað var Team Rynkeby, sum vendi sær til okkum við hugskotinum um ein galladøgurða. Okkara leiklutur er mest sum fyriskipari, har vit syrgja fyri karmunum. Vit hava sjálvandi fleiri fastlønt starvsfólk, og hesi eru til arbeiðis, meðan fleiri av tímaløntu starvsfólkunum sjálvboðin koma til arbeiðis, sigur Johannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum.
- Hetta saman við góðum stuðli frá eitt nú Føroya Bjór, Poul Hansen, Poul Mikkelsen og Miklagarði hevur gjørt, at vit kunnu seta eitt konsept saman, har hvør tann einasta innkomna króna fer til vælgerðararbeiðið hjá Team Rynkeby. Enntá verða fleiri av súkklarunum hjá føroyska liðnum, sum koma at tæna gestunum, sigur Johannes Jensen.
Hann sigur, at hølini taka eini 270 fólk, nú pallur eisini er settur upp, og av hesum hava teir selt beint omanfyri 220 pláss, nú gott samdøgur er eftir til tiltakið. Hvørt atgongumerki kostar 995 krónur, og tað vil við øðrum orðum siga, at longu nú hevur hetta tiltakið savnað yvir 220.000 krónur til krabbameinsrakt børn.
Undirhaldinum standa fleiri av størstu føroysku nøvnunum fyri, og eisini hetta er sjálvboðið. Talan er um Lenu & Niclas, Tróndur Enni & Lív Næs, Petsi Tvørfoss, Evi Tausen við Jens Marna & Paula, Signar í Homrum, Pipar & Sal, Flamma, Hallur & Kristina og Tórshavnar Manskór.
Atgongumerkjasølan er opin til klokkan 14 í morgin. Til ber at keypa atgongumerki online HER