Tað kundi verið so øgiliga gott, tá Guðrun Sólja spældi stovukonsert í Havn í farnu viku í hugnaliga heiminum hjá Maud Brimheim og Jens Paula Heinsen.
Tað er Elin Brimheim Heinesen, ið skipar fyri og hevur latið heim sítt upp fyri tónleikarum og tónleikaáhugaðum. Tá eg stutt fyri kl. 20 hetta mikuvøldið kom inn í stovuna varnaðist eg beinanvegin kynsbýtið. Eg var sjálvur fjórði maður, meðan restin av áhoyrarunum vóru kvinnur, og eg kundi eisini staðfesta, at eg var í yngra endanum.
Í stovuni vóru settir upp stólar, og til mína stóru undran var eitt ljóðanlegg sett upp, hetta er óvanligt í einum so lítlum høli, og ofta er júst tað, at ongar mikrofonir onnur forstyrking er, tað, ið ger stovukonsertir til júst tað, ið tær eru.
Guðrun sang sangir av nýggjastu útgávu sínari “The First Four”, umframt Vøgguvísuna, ið omma Guðrun hevur gjørt orð til. Guðrun syngur væl, men framførslan varð órógva av, at hon ferð eftir ferð blásti í mikrofonina, sum als ikki ljóðaði væl við sínum vánaliga rúmklangi.
Afturat sær hevði Guðrun ein dana, ið spældi ljómborð, og konsertin tók eina heldur kiksaða vend, tá hann í besta “Suppe, steg og is” stíli tendraði elektrisku trummurnar á ljómborðinum.
Hetta kundi verið so gott, tí Guðrun er ein roynd og væl skúla songkvinna, ið sum einki kundi sungið uttan mikrofon. Um tað ikki bar til at fáa eitt akkustiskt klaver inn í stovuna, so kundi bara ljómborðið verið sett til annleggið, uttan at sangurin eisini skuldi út tann vegin.
Elin Heinesen fyriskipari sigur, at vanliga verður annlegg ikki brúkt til hesar konsertirnar, men av tí at ljómborðið skuldi gjøgnum anleggið, valdu Guðrun og tónleikarin at brúka annleggið fyri at fáa betur balansu í.
Besta løtan á kvøldinum var, tá Elin Brimheim Heinsen mitt í konsertini læs eina stutsøgu hjá pápa sínum fyri okkum. Ein vælskrivað og vællisin søga.
Eftir síðsta lag, var klappa fyri Guðrun og fleiri róptu um at fáa hana at syngja Stjerne For en Aften Klassikaran “Promise Me”, hetta gjørdi hon so, við orðunum, tað sleppur man neyvan undan, og sigast skal, at framførslan av hesum lagnum als ikki hevði somu inniligheit, sum hinir sangirnir høvdu.