Næstan øll bróta lógina, tá ið tey flyta seyð

Reglurnar fyri at flyta seyð eru ógvuliga strangar

Tað eru næstan, sum øll bróta lógina, tá ið tey flyta seyð í bili ella í báti.

 

Reglurnar fyri at flyta seyð við bili, ella við báti, eru nevniliga so strangar, at tað munnu vera tey allarfægstu, sum lúka tær.

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan minnir nú á, hvussu farast skal fram, tá ið seyður verður fluttur við bili ella við báti.

 

- Seyður sum verður fluttur við bili ella báti skal hava gott pláss at standa á í lastini, í viðfestisvogninum, ella á dekkinum, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

 

Lagt verður afturat, at tað mugu ikki vera kantar, sum stinga burtur úr, boltar, seymir, ella líknandi, sum kunnu løsta djórini og tað, seyðurin stendur á,  má ikki vera hált, og harafturat skal vera lætt at halda reint.

 

- Tað er ikki loyvt at binda seyð niður ímeðan hann verður fluttur og veðrar við hornum, skulu vera hvør fyri seg, soleiðis, at teir ikki kunnu stúta hvønn annan.

 

- Eisini skulu atlit takast til ær við hornum og seyðurin skal hava vernd fyri veðri og vindi.

- Samstundis er tað ein treyt, at tað verður koyrt varliga, og har vegurin er óslættur ella snarar, skal serligt varsemi vísast.
Førarin skal ikki seta ferðina upp, ella bremsa, brádliga.

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan vísir á, at har seyðurin hevur verið, skal vaskast og sóttreinsast eftir flutning.

 

Tá ið seyðurin verður áskipaður ella avskipaður, er best at gera tað eftir einum skráa, sum ikki má vera háur, og heldur ikki ov brattur.

 

- Seyður skal ikki lyftast við at taka í ullina og seyður, sum er meiðslaður, ella hevur trupult við at ganga, ella standa uppi, má ikki flytast.

 

Í hesum føri kunnu undantøk tó gerast, eitt nú um seyðurin skal flytast í sambandi við viðgerð og í samráð við djóralækna.

 

Verður neyðugt at heysa, ella stjóra, seyðin, eigur hetta at vera gjørt við skynsemi.

 

- Tað er ikki loyvt at heysa seyð eftir beinunum, ístaðin eigur ein egnaður seli, ella líknandi, at verða nýtt, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.