Hetta vikuskiftið hevur løgreglan gjørt nógv burtur úr at kanna ferðsluna ymsastaðni í landinum. Í hesum sambandi er ein hópur av bilum kannaðir. Løgreglan sigur, at tey hava bæði kannað eftir, hvussu skjótt bilarnir koyrdu, um bilførararnir vóru edrúir og um bilarnir vóru í nóg góðum standi til at verða á vegunum.
Kanningar vóru bæði í Eysturoy, í Suðuroy, og aðrastaðni við og løgreglan sigur, at støðan var heilt góð. Eingin varð tikin fyri at koyra ov skjótt og bilarnir vóru í nøktandi standi. Hinvegin vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra við kenning, ein í Eysturoynni og ein í Suðuroynni.
Løgreglan hevur eisini gjørt nógv burtur úr at taka nummarplátur av bilum har eigarin ikki hevur goldið vegskatt, ella ikki er møttur til sín. Og hesar seinastu dagarnar hava tíggjutals bilar mist nummarpláturnar. Og tað vera fleiri, tí hendan dagin fekk løgreglan ein lista við navninum á yvir 600 bileigarar, sum ikki hava goldið vegskatt, ella sum ikki eru møttir til sýn, og sum sostatt skulu missa pláturnar.