Bæði landskassin, og kommunurnar kring landið, høvdu eitt lutfalsliga gott ár í fjør. Í fjør gingu kommunurnar slakar 2,239 milliardir inn í kommunuskatti og tað eru slakar 120 milliónir meiri, ella 5,66 prosent meiri enn í 2021. Tá skal eisini havast í huga, at summar kommunur hava lækkað skattaprosentið eitt sindur.
Landskassin fekk 1,940 milliardir inn í skatti og tað eru slakar 139 milliónir meiri enn í 2021, ella 7,71 prosent.
Ein uppgerð hjá Taks vísir, at næstan allar kommunurnar hava fingið meiri inn í skatti í fjør enn tær fingu í 2021. Av teimum 29 kommununum í landinum, vóru tað bara tríggjar kommunur, sum ikki hildu tørn. Felags fyri tær allar eru, at tær eru ímillum smæstu kommunur í landinum.
Talan er nevniliga um Fámjin, sum fekk 2,3 milliónir inn í skatti, og tað eru fimm prosent minni enn í 2021. Talan er eisini um Skúgvi, sum fekk slakar 1,6 milliónir inn í skatti og tað eru 5,77 prosent minni enn 2021. Og at enda er talan um Fugloyar Kommunu, ið fekk slakar 2,2 milliónir inn í skatti í fjør og tað eru 11,5 prosent minni enn í 2021, og tað er sostatt eisini tann størsta afturgongdin.