Næstan 100 fólk við skerdum førleika á bíðilista

Bíðilistin at sleppa inn á Skúlan við Áir, eru so stórur, at tey eru givin at lýsa eftir næmingum

 

Tað er slíkur gravgangur eftir at sleppa inn á serskúlan við Áir, at tey rætt og slætt eru givin at søkja eftir næmingum og at lýsa við umsóknarfreistum,

 

Hetta upplýsir Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, nú fíggjarlógin fyri næsta ár er til viðgerar.

 

Skúlin við Áir er ein skúli, har fólk við rørslutarni ella minni trupulleikum av persónligum, sinnisligum ella sosialum slagi, kunnu fáa eina útbúgving, ella eina endurútbúgving.

 

Men Annika Olsen sigur, at nú standa so nógv fólk á bíðilista, at seinastu tvey árini hevur skúlin ikki lýst alment við umsóknarfreistum.

 

Av tí, at skúlin ikki hevur lýst seinastu tvey árini, er ilt gera veruliga tørvin upp,

 

Men síðsta skúlaár stóðu 52 næmingar á bíðilista at taka 9. flokk og 10. og av teimum vórðu 19 næmingar tiknir. Sostatt sluppu 33 næmingar ikki inn.

Samstundis stóðu 17 næmingar á bíðilista at taka FHS og har sluppu 14 næmingar í skúla, so har sluppu tríggir ikki inn.

 

Í hesum skúlaárinum vórðu 19 næmingar tiknir inn at taka 9. flokk. Men har var bíðilistin 78 næmingar, so tað vóru heilir 59 næmingar, sum ikki sluppu inn.

 

Harafturat vóru 16 næmingsr tiknir inn at taka FHS, har stóðu annars 19 næmingar á bíðilista, so har sluppu tríggir næmingar ikki inn

 

Sostatt kann staðfesta, at bara síðsta skúla ár og í hesum skúlaárinum hava heilir 92 næmingar, sum ikki sluppu inn á skúlan við Áir.

 

Kortini verður viðmerkt, at talan kann vera um, at onkrir næmingar, sum standa á bíðilistanum, ikki lúka treytirnar fyri at sleppa á skúlan.

 

Skúlin hevur eisini kostdeild við átta kømurum. Men hóast talan er um ein skúla til fólk við rørslutarni, er einki wc til fólk við rørslutarni.  Tað er heldur eingin lyft á skúlanum, men trappur upp til kømurini.