Næst besti spjótkastari í ríkinum

Hanus Bergsson betraði um føroyska metið við trimum metrum leygardagin.

Onnur TF Stórkappingin var á Tórsbreyt leygardagin og sigast má, at kappingarnar hilnaðust væl hjá fleiri av bestu íðkarunum. Ikki færri enn trý føroysk met vóru sett.

 

Eina metið var sett í spjótkasti. Longu við sínum fyrsta kasti setti Hanus Bergsson nýtt føroyskt met, tá hann kastaði spjótið 60,47 metrar, væl yvir ein metur longri enn gamla metið, sum hann sjálvur átti, sum var 59,19 metrar.

 

Hann var tó ikki liðugur at kasta enn, og bestu kastini vóru eisini eftir. Bæði í fimta og sætta kasti kastaði hann longur enn gamla metið, men besta kastið var tað fimta, tá spjótið fleyg út á 62,32 metrar. Føroyska metið bleiv altso longt við yvir trimum metrum leygardagin.

 

Hetta er fyrstu ferð, ein føroyingur kastar yvir 60 metrar, og so megnaði Hanus Bergsson ikki færri enn trý kast yvir 60 metrar leygardagin.

 

Sambært heimasíðuni fif.fo hevur Hanus Bergsson, við hesum nýggja metinum, lagt seg á annað pláss á danska styrkislistanum.  Hanus Bergsson hevur betra um føroyska metið við yvir fimm metrum, síðani hann tók tað frá Rógva Højgaard fyri gott og væl 10 mánaðum síðani.

 

Hvirlan.fo boðar frá, at næsta stóra kappingin hjá Hanusi Bergsson eru Oyggjaleikirnir á Jersey, har hann telist millum heiðursmerkjakandidatarnar.