Føroyska landsliðið hevur í dag havt sína fyrstu venjing í Athen í Grikkalandi. Lars Olsen og hansara menn vandu á heimavøllinum hjá Panionios, sum er eitt av smærri feløgunum í høvðusstaðnum, ið spæla í bestu deildini.
Les eisini: Hoppandi til Athen
Talan var um ferðmikla og góða venjing. Serliga kom nógv ferð á, tá tað bleiv spældur ein innanhýsis dystur. Her sást veruliga, at talan var um venjing á hægri stigi enn til vanligar venjingar í Effo-deildini.
Les eisini: Viljormur og Gilli klárir aftur
Til seinna hálvleik mátti Lars Olsen líka minna spælararnar á, at ansa eftir hvørjum øðrum. Tá dysturin var liðgur gekk fróði Benjaminsen við ísposa og Arnjørn Hansen bløddi næsablóð. Talan var tó ikki um álvarsligar skaðar, men heldur tað, ið kemur undir heitið smærri snuddir.
Venjingin í dag prógvaði, at spælararnir eru gott nokk tendraðir til uppgávuna fríggjakvøldið. Venjing verður aftur fyrrapartin í morgin.